Jesus livir og vit skulu liva!

22. juli 2021

Í Jóh. 20 kunnu vit m.a. lesa um eina samrøðu millum Jesus og lærusveinin Tummas. Hetta er 8 dagar eftir Jesu uppreisn frá deyðum. Í ørindi 27 stendur: "Síðan sigur hann við Tummas: "Kom higar við fingri tínum og síggj hendur mínar, og rætt hond tína higar og legg hana í síðu mína, og ver ikki vantrúgvin, men trúgvandi"."

Jesus var veruliga steindeyður langa fríggjadag! Men líka veruliga reis hann upp frá deyðum páskamorgun! Tað var ikki eitt spøkilsi, sum kom út úr grøvini. Ei heldur eitt hálvdeytt, sum hevði bráðfeingistørv á læknahjálp. Nei, hann var sprelllivandi.

Legg merki til, hvussu kropsliga Jóhannes lýsir samrøðuna millum Jesus og Tummas. Lærusveinarnir sóu hendurnar og síðuna hjá tí krossfesta og rørdu við sárini – og máttu trúgva! Har var einki annað at gera enn at trúgva tí ótrúliga!

Mong halda annars, at kristindómurin bara er nøkur vøkur orð og hugsanir, sum vit kunnu krydda tilveruna við - ella sum vit kunnu ugga okkum við, tá vit uppliva mótburð. Men so fátækur og bleikur er kristindómurin ikki.

Kristindómurin snýr seg um ein krossfestan og upprisnan frelsara. Um Jesus Kristus, sum lovar teimum, ið trúgva á hann, somu uppreisn, tá hann ein dag kemur aftur! Hansara uppreisn er garanti fyri okkara uppreisn – míni og tíni (t.d. 2 Kor 4,14).

ER TAÐ SO AVGERANDI?

Mong halda, at tað er ikki so avgerandi, um nú Jesus veruliga reis likamliga upp, ella tað bara var soleiðis, viðhaldsfólk hansara upplivdu tað. T.d. segði ein norskur professari fyri nøkrum árum síðani, at tað hevur ongan týdning fyri mína frelsu, um tey finna nøkur mannabein av Jesusi í eini grøv í Jerúsalem.

Jú, sanniliga hevur tað alt at siga! Uppreisnin var partur av høvuðsinnihaldinum í boðanini hjá ápostlunum og teimum fyrstu kristnu. Áps. 4,33: "… við miklari kraft bóru ápostlarnir vitni um Harrans Jesu Krists uppreisn, og stór náði var yvir teimum øllum." Var uppreisnin ikki likamligur veruleiki, so kundu teir líka so væl pakka saman – so høvdu teir onga grund at spilla tíð sína til tílíkt fjas.

Paulus sigur enntá: "… er Kristus ikki risin upp, tá er prædika okkara fáfongd, tá er eisini trúgv tykkara fáfongd… men er Kristus ikki risin upp, tá er trúgv tykkara til einkis, tá eru tit enn í syndum tykkara, og tá eru eisini tey glatað, sum sovnað eru burtur í Kristi. Er tað bert í hesum lívi, at vit hava sett vón okkara til Krists, tá eru vit tey syndarligastu av øllum menniskjum"! (1 Kor 15,14.17-19)

Fyri ápostlarnar var tað avgerandi, at talan var um eina veruliga søguliga hending og ikki bert nakað, sum var farið fram "fyri innara eyga" teirra! Teir løgdu eisini stóran dent á eygnavitnisburð teirra, at teir veruliga høvdu sæð hann – fyrst steindeyðan og síðani sprelllivandi!. Tí kann Paulus proklamera í 1 Kor 15,20: "Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur."

Og legg merki til, hvussu likamliga tað verður lýst hjá Lukasi: "Men best sum teir tala um hetta, stóð hann sjálvur mitt ímillum teirra; og hann sigur við teir: "Friður veri við tykkum!" Men teir hvukku við og vórðu óttafullir og hildu seg síggja ein anda. Og hann segði við teir: "Hví eru tit so fullir av ræðslu, og hví kemur ivi upp í hjørtum tykkara? Hyggið at hondum mínum og fótum mínum, at tað eri eg sjálvur! Nemið við meg og síggið, at ein andi hevur ikki hold og bein, soleiðis sum tit síggja meg hava." Og tá ið hann hevði sagt hetta, sýndi hann teimum hendur sínar og føtur sínar."

Men tá ið teir enn ikki kundu trúgva fyri gleði og vóru fullir av undran, segði hann við teir: "Hava tit nakað etandi her?" Og teir góvu honum eitt stykki av stoktum fiski (og eitt sindur av eini hunangskøku). Og hann tók tað og át tað, so teir sóu."

Men hann segði við teir: "Hetta eru tey orð míni, sum eg talaði til tykkara, meðan eg enn var hjá tykkum, at alt tað eigur at ganga út, sum er skrivað í Móselóg og profetunum og sálmunum um meg." Síðan læt hann upp fyri skynsemi teirra, so at teir kundu skilja skriftirnar. Og hann segði við teir: "Soleiðis er skrivað, at Kristus eigur at líða og rísa upp frá deyðum triðja dagin, og at í navni hansara eigur at verða prædikað umvending og syndanna fyrigeving fyri øllum fólkasløgum, og byrjast skal frá Jerúsalem. Tit eru vitni um hetta. Og sí, eg sendi fyrijáttan faðirs míns yvir tykkum; men tit skulu halda tykkum kvirrar í staðinum, inntil tit verða íklæddir kraft frá tí høga." (Luk 24,36-49)

Ápostlarnir verða ikki lýstir sum góðtrúnir menn, sum hoppa uppá hvat sum helst. Nei, teir eru tvørturímóti ógvuliga trekir at trúgva, at tað veruliga passar. Tí mátti Jesus prógva tað fyri teimum. Og at enda var einki annað at gera hjá teimum enn at trúgva tí ótrúliga.

PLUS ULTRA

Vit hava øll hoyrt um Columbus, sum í 1492 fann ein nýggjan heim. Men í fleiri hundrað ár fyri føðing hansara hevði Spania eitt motto, sum segði: "NE PLUS ULTRA" Tað er latín og kann umsetast: "Tað er einki hinumegin". Tey trúðu nevniliga ikki, at tað var meira at finna uttanfyri tann heimin, sum tey longu kendu.

Ein av vakrastu minnisvarðunum til heiðurs fyri Columbusi í dag er ein standmynd í Spania av eini stórari leyvu við hesum orðunum standandi niðanfyri: "NE PLUS ULTRA". Men leyvan er í ferð við at eta fyrsta orðið, "NE", so at tað nú bert stendur: "PLUS ULTRA" - "tað er nakað hinumegin!" Tað var størsti arvurin eftir Columbus - hann prógvaði, at tað var nakað hinumegin Atlantshavið.

Jesus doyði á krossinum. Og so hildu øll, at nú var tað liðugt. Sjálvt hansara egnu vinir hildu, at hann var eitt farið kapitul. Men Guds egni sonur reis upp aftur. Hin steindeyði gjørdist sprelllivandi. Harvið vísti hann okkum eisini, at tað er meira hinumegin deyðan. At tað síðsta orðið ikki er sagt, tá vit einaferð skulu doyggja.

Men ikki bara vísti hann okkum hetta. Við deyða sínum í okkara stað og við uppreisn síni vann hann okkum eisini eitt ævigt lív saman við sær (t.d. Róm 4,25). Uppreisn hansara gevur okkum eina livandi vón – tí hann livir og kann ongantíð doyggja aftur (1 Pæt 1,3; Jóh 14,19).

Vit síggja bara til deyðan og kunnu tí hava ilt at trúgva, at nakað er hinumegin. Tað er nakað, vit mugu trúgva. Men tað er altso ikki ein trúgv út í tóman heim. Tað eru ikki bara gitingar. Tí Jesus reis veruliga upp aftur frá deyða.

Vinir hansara, sum í ótta fjaldu seg aftanfyri stongdar dyr, tá Jesus doyði, fóru knappliga út um allan tá kenda heimin við boðskapinum um Jesus, sum var deyður, men nú livdi. Teir fóru enntá í deyðan, tí teir hvørki vildu ella kundu taka pástandin í seg aftur. Hvussu kundu teir tað? Jú, tí veruliga høvdu sæð Jesus bæði steindeyðan og tríggjar dagar seinni sprelllivandi.

UM TAÐ VERULIGA PASSAR…

Við at reisa Jesus upp frá deyðum páskamorgun, skrivaði Gud undir uppá, at Jesus veruliga var tann, hann segði seg vera! At Jesus ikki bara er ein serliga góður og vísur persónur, sum skarar framum tey flestu onnur. Men at hann eisini er Guds egni sonur, sum var frá upphavi. At hann er heimsins einasti frelsari. Og at øll fólk í øllum heiminum tí skulu festa sítt álit á hann aleina!

Kristindómurin snýr seg ikki bara um nøkur vøkur orð, tá lívið gerst ov tungt. Nei, kristindómurin snýr seg um einki minni enn eitt lík, sum gjørdist sprelllivandi aftur! Tað lá 1½ døgn í grøvini, tað var kalt og stívt, hjartað var púra stilt. Tað var vundið stramt inn í líkklæði og smurt inn í meira enn 30 kilo av salvu. Men knappliga byrjar líkið at anda aftur og hjartað byrjar at sláa. Maðurin reisir seg upp og gongur út úr grøvini. Ikki sum eitt spøkilsi – ei heldur eitt hálvdeytt, sum hevði bráfeingistørv á læknahjálp! Nei, hann var sprelllivandi – og so sterkur, at hann ongantíð aftur kann doyggja!

Og vinir hansara sóu hann, tosaðu við hann, ótu saman við honum, ja, rørdu við sárini á tí krossfesta og upprisna – og máttu trúgva! Har var einki annað at gera enn at trúgva tí ótrúliga!

Jú, kristindómurin snýr seg um Jesus, sum var deyður, men reis upp aftur! Og sum hevur vald at fyrigeva okkum allar okkara syndir. Og sum lovar okkum somu uppreisn, tá hann eina ferð kemur aftur – so satt vit festa okkara álit á hann! Hansara uppreisn er garanti fyri okkara uppreisn – míni og tíni!

Sum hann segði við Martu, beint áðrenn hann vakti bróður hennara, Lazarus, upp frá deyðum: "Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja!" (Jóh 11,25-26)

Eisini hesi orðini eru meira enn orð! Tey eru veruleiki! Og vit skulu ein dag uppliva tey sum heilt ítøkiligan veruleika! Tað prógvaði hann sjálvur páskamorgun! Gud gevi okkum at trúgva tí ótrúliga! So skulu vit eisini einaferð uppliva tað ótrúliga – himmalin saman við honum! Lovaður og prísaður skal hann vera um ævir fyri tað!

Kelda: kmf.fo

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð