Ógvisligt fall í talinum av flýggjandi úr Norðurkorea

20. august 2021

Talið av flýggjandi úr Norðurkorea, ið komin eru sær til Suðurkorea, er nógv fallið 2020 og 2021.

Í 2019 flýddu 1047 norðurkoreanarir til Suðurkorea; í 2020 var talið 229, og í fyrstu hálvu av 2021 bara 33, til Suðurkorea.

Tá ið norðurkoreanarir flýggja, verður fyrst steðgað á í Kina, og síðan verður farið gjøgnum Mongolia, Vjetnam, Laos, Kambodja ella Tailand og haðani til Suðurkorea. Her eru tey viss í at fáa ríkisborgarskap. Flýggingarnar í 2020, hava verið nógv ávirkaðar av koronafarsóttini og afturlatingum, ið hevur gjørt tað torført at koma yvir um landamørkini.

Ein onnur frágreiðing um fallandi talið, er, at stýrið í Norðurkorea hevur fult og heilt stongt landamørkini. Hetta merkir m.a., at marknavørðarnir hav fingið strong harraboð um at skjóta einhvønn til tess at drepa.

Hóast afturlatnu marknaliðini sendi Kina í juli mánaði 50 flýggjandi heim aftur. Hesi verða beinleiðis sett í fongsul, inn at sita. Har verða tey avhoyrd. Týdningamesta uppgávan hjá politinum, er at finna útav, um tey eru vorðin kristin, tí kristin verða ikki koyrd beinleiðis í fongsul, men í fangalegur fyri politiskar fangar.

Í hesum varðhaldum sita fleiri hundrað norðurkoreanarar, ið bíða eftir sínari lagnu. Øll sannlíkindi verða, at tey verða send aftur til Norðurkorea, har ein fongsulsklivi bíðar teimum, skrivar OpenDoors.

  • Biðið fyri Norðurkorea og fólkinum, har býr, ið roynir sum frægast at bjarga sær í hesum fullkomna afturlatna landi.
  • Biðið fyri teimum kristnu í Norðurkorea, ið royna at halda sær á máttini og einki vilja gretta um sína trúgv.
  • Biðið fyri stýrinum í Norðurkorea.

Kelda: OpenDoors
Henry Debes Joensen, umsetti.

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð