Maður frá Norðurkorea vitjar Vesturkirkjuna
06. september 2021
Týskvøldið kl. 19.00 vitjar Timothy Cho Vesturkirkjuna, har hann kemur at siga frá hendingum í lívi sínum sum kristin í Norðurkorea.
Ongastaðni í heiminum, siga frágreiðingar, er tað verri at liva sum kristin enn í Norðurkorea ella at hava aðra meining enn stjórnin í landinum.
Foreldrini hjá Cho máttu flýggja, tá ið hann var smádrongur, og hann endaði úti á gøtuni. Cho hevur sitið 4 ferðir í fongsli og er tvær ferðir flýddur úr Norðurkorea. Ný býr hann í London.
Umframt Cho kemur Rói Norðoy, leiðari í Open Doors í Føroyum at siga frá arbeiði teirra um heimin.
Drekka verður aftaná og høvi at hitta Cho og Róa.
Øll eru vælkomin!
Prestarnir