Trúgvin er neyðug til tess at samstarva við Gud. Trýrt tú á tað ógjørliga?

07. september 2021

”Komið, latum okkum fara fyri rættin, sigur Harrin. Um synd tykkara eru sum skarlak, kunnu tær verða hvítar sum mjøll; um tær eru reyðar sum purpur, kunnu tær verða hvítar sum ull. (Jes 1,18)

Gud hevur eina innbjóðing til okkara, sum vilja fara til verka, ja, hann vil umvenda okkum og vera saman við okkum á lívsins ferð, tí hann hevur frammanundan ætlað okkum hetta. Trúgvin er tó neyðug.

Fyri tað fyrsta, ynskir Gud at frelsa okkum til tess, at vit ikki skulu farast. (Sí Jóh, 3,16; 2 Pæt 3,9 og Róm 8, 29-30)

Fyri tað næsta hevur hann eina ætlan og eitt endamál fyri hvønn einstakan. (Jer 29,11; Ef 2,10. Hann ger okkum greitt, ”at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Gud frammanundan hevur skipað fyri, at vit skulu leggja okkum eina við teimum.»

Hann veit somuleiðis, at tað fer at vera ógjørligt hjá okkum uttan hansara hjálp at uppfylla hansara ætlan við okkum. (Sí Jóh 15,1-8 og Fil 4,13).

«Men trúgv er treyst í tí, vum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.» (Hebr 11,1) Hebrearabrævið 11,6 sigur: ”Men uttan trúgv er tað ómøguligt at tóknast Gudi; tí at tann, sum kemur fram fyri Gud, eigur at trúgva, at hann er til, og hann lønar teimum, sum leita til hansara.

Uttan iva sigur hetta versið, at uttan trúgv, kann eingin toknast Gudi, og Gud kann heldur ikki virka í einum slíkum persóni. Só trúgv er eitt av Guds kærleiksfulla málburði. Gud ynskir at verða viðurkendur og játtaður sum Gud, ið hevur alt valdið og er skaparin av øllum lutum. Vers 2 í sama kapitli sigur, «at fyri hana fingu hinir gomlu góðan vitnisburð.» Hvørji eru so tey gomlu? Ábraham, Ísakur, Jákup, Dávid, Samson, Sámuel, profetarnir og ápostlarnir; og hvørjir eru teirra góðu vitnisburðir? Gud gleðist og uppfylti teirra ætlan, mið og mál.

Trúgv á orðið

”Við trúgv fata vit, at heimurin er skipaður við Guds orði.» Gud segði: «Verði ljós, og tað varð ljós.»( 1 Mós 3,3) «Tí at orð Guds er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.» (Hebr 4,12)

Í fyrstu Kongabók 17,1 stendur: Tá mælti Elia Tisjbiti úr Tisjbe í Gilead við Ákab: «So satt sum Harrin, Ísraels Gud, livir, fyri hvørs ásjón eg standi, skal í hesum árum hvørki drúpa regn ella døgg uttan eftir mínum boði!» Og Jákup sigur: «Elia var maður undir somu korum sum vit; og hann bað ta bøn, at tað ikki skuldi regna, og tað regnaði ikki á jørðini í trý ár og seks mánaðir.» (Ják 5,17) Og Gud segði við Elia: ”Far tær hiðan eystur um Jordan og krógva teg har við ánna Krit. Tú skalt drekka úr ánni, og ravnunum havi eg boðið at bera tær mat hagar.» Hann so gjørdi og fór eftir boði Harrans at taka upp bústað sín við ánna Krit, fyri eystan Krit. Hvønn morgun komu ravnarnir við breyði til hansara og hvørt kvøld við kjøti; og hann drakk úr ánni. (1 Kong 17,3-6)

Hann velur at fylgja og lýða

Tá áin var tornað upp, gav Gud Elia enn eini boð, og tað var at fara til Sarepta og búseta seg har. Hann hevði boðið eini einkju har at geva honum vistir. (1 Kong 17, 7-16)

Harrans eingil kom til Mariu og segði: ”Heil veri tú, sum náði hevur fingið, Harrin er við tær, tú sum ert vælsignað av kvinnum». Eingilin segði í vers 37: «Tí hjá Gudi man ikki nøkur søk vera ógjørlig.» Maria tók við hesum í trúgv og segði: «Verði mær eftir orðum tínum!» vers 38.

Trúgvin er mergurin fyri at kunna arbeiða í Harrans víngarði. Tað kostaði tær ongan pening, men tó er tað eitt val. Hvat er títt val?

GOD TV Daily
Henry Debes Joensen, týddi

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð