Dánial Olsen nýggjur ungdómssamskipari

08. september 2021

1. september er Dánial Oddmarsson Olsen settur í starv sum ungdómssamskipari.

Dánial Olsen er 23 ára gamal og býr í Saltangará. Hann er útbúgvin krambakallur. Dánial hevur verið virkin í
ungdómsnevndini í Missiónshúsinum á Glyvrum í seks ár, harav fýra ár sum formaður.

Starvssetanin er samstarv millum Heimamissiónina og PODAS, har Dánial er settur í parttíðarstarv hjá bæði
Heimamissiónini og hjá PODAS.

Ungdómssamskipari hjá Heimamissiónini

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur sett Dánial Olsen í parttíðarstarv sum ungdómssamskipari.
Partur av starvinum hjá Dániali verður at vitja ungdómsmøtini kring landið, har hann m.a. skal kunna um
arbeiðið hjá HMU og um bíbliulesiætlanina Kumpas.

Eisini kemur hann at samskipa økisfundir og at arbeiða við einum evnislista, umframt nógvar aðrar ymiskar
uppgávur.

Fyrsti ungdómssamskipari hjá PODAS

PODAS, sum er vikuligur kristin skúli, hevur fleiri góð tilboð til ungdómin. Seinastu árini hava nakrir PODAS
flokkar verið, sum er málrættaðir ungdóminum. Soleiðis verður eisini hetta skúlaárið.

PODAS vil vera meira sjónligt millum ungdómin, soleiðis at enn fleiri kunnu njóta gott at undirvísingini. Tí
hevur PODAS sett Dánial Olsen í parttíðarstarv sum ungdómssamskipari, har hann m.a. fer at vitja kirkjur og
meinigheitir og kunna um arbeiðið hjá PODAS. Eisini skal hann samskipa PODAS ung.

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð