Maður brýtur átrúnaðarlyfti sítt við Islam eftir at hava funnið Jesus Kristus persónliga

10. september 2021

Maður úr eini shia-familju í Iran tekur ráðaleysur og av fullum huga ímóti Jesusi Kristi, eftir at vinmaður hansara var vorðin kristin.

Shia familjan

Mohamad Faridi av shia-familju, føddur og vaksin upp í Iran, trúði, at einasta mál í lívinum, er at gera Allah nøgdan. Fyri at lúka endamálið, eigur ein at lesa og læra seg allar tær lógir, Islam krevur. Hann goymdi í minni sínum Koranina, bað og fastaði eisini. Hetta galt um at gera allan vegin fram til tess ikki at verða brendur í helviti.

Stutt eftir, at Mohamad varð vorðin tannáringur, fór hann sjálvur undir eina sjálvspínslu við koyrli, sambært einum rituali, til tess at verða viðurkendur av Allah. Sambært hesum rituali um sjálvsrevsing fyri syndirnar, sýna tey sína syndarligu støðu. Sama hvussu, tú fremur hesi ritual, er tað bara ein háttur at tryggja sær pláss í himli – tað at vera jihad. Í læru Islams merkir tað at vera trælur ella dripin fyri trúarsøk. Tí vónar tannáringurin at fáa tænastu innan hermegina.

Hann fekk høvi á fyrstu sinni at hoyra um mannin Jesus Kristus. Mohamad gjørdist, sum tíðin gekk, ørkymlaður. Hann ætlaði at beina fyri sær sjálvum; men gjørdi tað ikki, tí hann var bangin fyri at enda í helviti; til hann ein dagin hitti ein vinmann, hann ikki hevði sæð síðan teir gingu á studentaskúla saman. Mohamad legði skjótt til merkis okkurt, sum ørkymlaði hann.

Hann var eyðmjúkur, ógvuliga friðarligur. Hetta órógvaði meg nakað og eg segði: «Hvat man fara at berast tær fyri í dag?» mintist hann. Tað var ta ferðina vinur hansara avdúkaði, at hann var kristin.

Hann og Mohamad deildi síðan góðsku Guds og kærleika, saman. Hann greiddi síðan fyri honum, hvussu viðurskiftini hansara við Gud gjøgnum Jesus Kristus sum heild broytti hansara lív. Í fleiri tímar royndi Muhamad at prógva at hann hevði mistikið seg. Men mátti tó at enda sanna, at hann átti einki at byggja á sum Muslimur. Og tann háttur, vinur hansara talaði um Jesus á, sannførdi hann, at hann av sonnum veruliga kendi Gud.

Tað, sum síðan hendi, fekk Mohamad av fullum og heilum huga at falla á knæ og spyrja: «Hvat eigi eg at gera?»

GOD-TV daily
Henry Debes Joensen, umsetti

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð