• Næmingar og floksleiðarar 2022-2023.
  • PODAS 1 flokkur í Rituvík 2022-2023.
  • PODAS 2 flokkur á Eiði 2022-2023.

Tilmeldingarfreistin er longd nakrar dagar

04. september 2023

Tey flestu skeiðini byrja longu í næstu viku (viku 37). Tilmeldingarfreistin er 5. septembur; men vit hava longt freistina nakrar dagar til 10. septembur. Enn er pláss á øllum skeiðunum.

Hetta er 15. árið á rað farið verður undir nýggjar Podas flokkar um landið.

PODAS Ekklesias er ætlað teimum, sum vilja vera Jesu lærusveinar og vaksa í trúnni. PODAS er ein føroyskur lærusveinaskúli, sum byggir á Fólkakirkjunnar lærugrundarlag, og tað eru prestar, trúboðarar og onnur, sum undirvísa um læru og lív, eins og missión og leiðslu.

Skúlin er í høvuðsheitum ein kvøldskúli, tveir tímar um vikuna í tíðarskeiðnum frá oktober til apríl. Frálæran byrjar ein av fyrstu døgunum. Enn er tíð og pláss at tekna seg til skeiðini.

  • TÓRSHAVN, PODAS 1: Mikudag frá kl. 17.30 - 19.30. Byrjar 20.09.2023. Les meira...

  • GØTUGJÓGV, PODAS 1: Hósdag frá kl. 19.00 - 21.00. Byrjar 21.09.2023. Les meira...

  • FUGLAFJØRÐUR, PODAS 2: Mánadag frá kl. 17.30 - 19.30. Byrjar 18.09.2023. Les meira...

  • RITUVÍK, PODAS 2: Mikudag frá kl. 19.30 - 21.30. Byrjar 20.09.2023. Les meira...

  • EIÐI, PODAS 3: Mikudag frá kl. 19.00-21.00. Byrjar 04.10.2023. Les meira...

  • TOFTIR, PODAS 3: Mánadag frá kl. 17.00-19.00. Byrjar 02.10.2023. Les meira...

  • KLAKSVÍK, PODAS 3: Týsdag frá kl. 19.30 - 21.30.. Byrjar 03.10-2023. Les meira...

  • Broytingar kunnu koma fyri. Eisini við tíðunum.
  • PODAS kann bjóða tær: Góða frálæru, viðkomandi tilfar, lívgandi felagsskap og gott samanhald. Ein íløga fyri lívið!
  • Grundarlag: Bíblian og játtanargrundarlagið hjá Fólkakirkjuni.
  • Visjón: At síggja kvinnur og menn vaksa alt lívið í Jesu Krists náði, so at tey elska Gud og næsta sín.
  • Innihald: Jesu lærusveinur, kristna læran, nýggja lívið, kirkjunnar missión og andalig leiðsla.



Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð