Tíðindi

Hvussu gerast ein kristin?
Orð til umhugsanar um syndarinnar harradømi og at vinna á syndini
Sigur gjøgnum krossin
Orð til umhugsanar um syndarinnar harradømi og at vinna á syndini
ENDAGUDSTÆNASTA OG DIPLOMHANDAN Í FRÍÐRIKSKIRKJUNI
Guds kærleiki er bæði sannur og hjartaligur

Viðmæli frá Podas-næmingum

Eg havi nú tikið PODAS 1 og 2 og havi eg verið sera glað fyri tað. Eg havi upplivað góða andliga áfylling og sera góðan andligan felagsskap, hvar ið eg havi verið so ríkliga signað við nýggjum vinarløgum. Fyri meg hevur PODAS verið sum ein góður bíbliuskúli, har vit hava fingið frálæru um nógv viðkomandi evni í bíbliuni. Kvøldini hava havt sama struktur.


Byrjað varð við andakt, síðani høvuðsevnið og samskifti um evnið. Eg haldi tað vera so umráðandi at hava eitt ”forum” sum PODAS, har møguleiki er at spyrja spurningar og undrast. Tá læra vit ofta best. Eisini sungu vit ofta í missiónssangbókini. Altíð ein góður drekkamuður, og til endans bóðu vit saman og signaðu okkum. Ofta vórðu bønarevni løgd fram til endans.


Tað er umráðandi fyri meg at verða varðveitt í trúnni á Jesus, og tað er PODAS avgjørt við til at varðveita menniskju í trúnni á Jesus. Eg vil viðmæla øllum at tekna seg til PODAS!

Unn Justinussen
Luttikið á PODAS 1 og 2

Hví luttaka á einum PODAS skeiði? Fyri meg var tað ein lærurík tíð, tá ið eg var við á fyrsta skeiðnum afturi í 2008 í Leirvíkar missiónshúsi. Tað var gott at fara eftir arbeiðstíð hvørt mánakvøld í longri tíðarskeið á "bíbliuskúla". Eg hevði stutt frammanundan verið í Ísrael í 3 mánaðir á bíbliuskúla og PODAS var so við til at grundfesta ymiskt uppaftur meira, tá eg hugsi aftur um læruspurningar.

Eisini arbeiddi eg við tankanum um at lesa gudfrøði. Men eitt serligt var eisini við flokkinum. Vit komu ymsastaðir frá, nøkur kendust, onnur ikki, men felagsskapurin búnaðist í og við, at vit lærdu saman, tosaðu og bóðu saman kvøld eftir kvøld. Seinni, meðan eg búði í Keypmannahavn, byrjaðu vit PODAS flokkar út frá føroyska arbeiðinum í Eliaskirkjuni - har bíbliubólkar altíð hava verið krumtappurin - og eisini til KBH eru undirvísarar komnir og verið við til at ríka trúarlívið hjá PODAS-lesandi inni í onkrari av oyrasundsíbúðunum.


13 ár seinni, vil eg eggja tær til at raðfesta Bíbliu, felagsskap og tænastu og melda teg til eitt av skeiðunum hjá PODAS.

Jákup Erlingsson Petersen
Luttikið á PODAS 1. Floksleiðari á PODAS 2 og 3.

Eg vil viðmæla at fara á PODAS lærusveinaskúla – tí her hevur tú møguleika fyri, í góðum andaligum felagsskapi, saman við brøðrum og systrum, at fáa sera góða bíbilska undirvísing, deila trúgv, læru, viðgera bíbilsk evnir og at hava gevandi orðaskiftir.


Stutt sagt: Ein góður felagsskapur, sum er við til at menna ein í trúnni, og sum gevur áfylling til at bera víðari missiónsboðini: Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað, at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað, at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda. Matt 28, 19-20.

Asbjørn Mikkelsen
Luttikið á PODAS 1 og 2

Ein tann besta íløga, eg havi gjørt, er at hava luttikið á PODAS! Tann vikuligi kvøldskúlin hjá PODAS er ein læruríkur, gevandi og uppbyggjandi felagsskapur.


Umframt nógvar læruríkar og viðkomandi bøkur, havi eg ígjøgnum PODAS og tann góða felagsskapin fingið: Eitt ríkari bøn og andaktslív. Góða andliga áfylling. Sera góða frálæru frá teimum mongu vælfyrireikaðu undirvísarunum. Eg kann viðmæla øllum at luttaka á PODAS.


Líkamikið aldur, kyn og óansæð, hvar ein er á ferðini saman við Jesusi ella, hvussu leingi ein hevur fylgt Jesusi. Lærusveinaskúlin PODAS er ein íløga, eg eri sera takksom fyri og gleðist um at hava við mær í ryggsekkinum víðari í lívinum.

Barbara Hannudóttir Jensen
Luttikið á PODAS 1, 2 og 3

Fyri meg er tað spennandi – og týdningarmikið – at leita og granska í tí støði, sum trúgvin hvílir á. Tað støðið, sum bæði er so einfalt – sjálvt dárin skal ikki fara villur – og so torgreitt, at sjálvt gløggastu heilar fevna tí ikki.


Og eg má siga, at tað hevur verið ein frægd at sitið undir hollari, væl fyrireikaðari undirvísing, sum hevur givið bæði skilinum og trúnni tilfar at arbeiða og vaksa við. Og so høvið, saman við øðrum PODAS næmingum, at skifta orð um aktuellu undirvísingina í góðum felagsskapi.


Eisini haldi eg, at undirvísingin fevnir víða og nertir við fleiri viðkomandi evnir. Eg havi tikið PODAS 1, 2 og taki tríaran hendan veturin.

Jógvan Steintún
Luttikið á PODAS 1 , 2 og 3

Eg havi altíð trúð á Gud, men hansara orð kendi eg ikki.
Eg havi frá barni av hoyrt um Jesus, og tí trúði eg á hann. Men eg kendi hann ikki.
Tí hóast eg vildi, so hevði eg so trupult við at lesa í Bíbliuni, tí eg skilti hana ikki.

Á Podas havi eg ígjøgnum góðar og ymiskar undirvísarar lært at skilja Bíbliuna.
Hetta, at hava lært og nú kunna, lesa, granska og skilja Guds livandi orð, hetta hevur havt ein avgerandi stóran týdning fyri meg.
Ígjøgnum Guds orð, læri eg Jesus betur og betur at kenna.


Tí vil eg viðmæla øllum og kanska serliga teimum, ið hava torført við at lesa og skilja skriftirnar at luttaka á einum av Podas skeiðunum.
"Tí at alt tað, sum áður er skrivað, er skrivað okkum til lærdóms, fyri at vit skulu hava vón okkara av tí tolmóði og teirri uggan, sum skriftirnar geva.Alt, ið áður er skrivað, geva." (Róm 15,4)

Jonna Hansen
Luttikið á PODAS 1, 2 og 3

Hvønn týdning hevur Podas havt fyri meg? Tá ið nú eg, harrin og meistarin, havi tváað føtur tykkara, tá eiga eisini tit at tváa hvør annan um føturnar. Jóh 13:14. PODAS, ið merkir føtur, er ein tann sterkasta myndin av Guds kærleika aftaná krossargerningin.


Jesus heldur fram at siga okkum, hvussu vit eiga at elska hvønn annan. Hann visti og veit hvussu torført tað er at elska næstan, men við Guds hjálp og trúgv á hann megna vit tað. So mangan í mínum vaksna trúarlívi, havi eg havt tankar, um at tað hevði verið framúr at kunna gingið í bíbilskúla eina tíð. Tað er ikki bara bara at fara, tá ið tú hevur familju at taka tær av. Men tann møguleikan fekk eg, tá ið eg byrjaði at ganga til Podas.


Eg havi gingið tvey skeið, og gleði meg til tað triðja. Eg havi lært nógv, lisið nógvar góðar Podas bøkur, og havi fingið nógv gott gjøgnum undirvísing, bíbillesnað, bøn og brøðralag í Podas.

Tórhild Bjarkhamar
Luttikið á PODAS 1, 2 og 3

Tekna teg til tíðindabræv

Vælkomin at tekna teg sum haldara av Tíðindabrævinum frá PODAS!
Skriva tín teldupost niðanfyri.

Send bønarevni...


Vælkomin at senda okkum bønarevni, sum verða løgd á bønarsíðuna á Facebook.
Trýst her, um tú ynskir at gerast limur í bólkinum: PODAS Bøn.

"Fyrst av øllum áminni eg tá um, at tað verða hildnar bønir, ákallanir, fyribønir, takkargerðir fyri øllum menniskjum." (1. Tim. 2,1)

Send okkum eini boð